Manuel Pellegrini, venjari hjá Manchester City, tekur móti Premier League steypinum í 2014
Premier League er tann hægsta deildin, Meistaradeildin, í enskumfótbólti. Millum 2001 og 2016 var almenna heitið á ensku meistaradeildini av sponsor-ávum "Barclays Premiership" ella "Barclays Premier League".
Tjúgu lið spæla í Premier League, hvørt lið møtir hinum liðunum tvær ferðir í einum fótbóltsári: einaferð á heimavølli og einaferð á útivølli, tvs. at liðini spæla 38 dystir hvør. Tá allir dystirnir eru leiktir og fótbóltsárið er komið at enda, er tað liðið sum hevur fingið flest stig vunnið kappingina, og samstundis flyta trý tey niðastu liðini niður í næstbestu deildina, sum nevnist Football League Championship ella bara The Championship.
Deildin varð stovnað 20. februar1992. Áðrenn tað nevndist besta fótbóltsdeildin hjá monnum í Onglandi Football League First Division, henda varð stovnað í 1888.
Premier League er vælumtókt ikki bara í Onglandi og Stóra Bretlandi sum heild, men kring allan heimin. Premier League er tann fótbóltsdeildin í heiminum, ið hevur flestar sjónvarpshyggjarar. Dystirnir verða vístir í 212 londum til 643 milliónir heim, har umleið 4,7 milliardir hyggjarar hava møguleika at síggja dystirnir í sjónvarpi.
Kursiv skrift merkir leikarar, sum enn spæla profesjonellan fótbólt. Feit skrift merkir leikarar, sum enn spæla í Premier League.
Viðmerkingar
↑ 1.01.1Gjøgnumførdi kappingarárið uttan at tapa nakran dyst.
↑Umframt at vinna greipuna við League og FA Cup, vann Manchester United eisini UEFA Champions League í 1999. Hetta bragdið nevnirst the Treble í enskum fótbólti.
↑In addition to the double of League and FA Cup, Manchester City also won the EFL Cup in 2019. This achievement is referred to as the Domestic Treble.