Leicester City F.C.
Leicester City Football Club, eisini kendur sum the Foxes (Revarnir), er eitt enskt fótbóltsfelag, ið spælir í Premier League. Felagið spælir heimadystirnir á King Power Stadium í Leicester.[2] Felagið flutti upp í Premier League eftir at hava spælt í næstbestu deildini í 2013–14 í eitt áratíggju. Heimastadion teirra, King Power Stadium, er tað 20. størsta í enskum fótbólti, har eru 32.312 sitipláss. Leicester vann Premier League 2015-16 fyri fyrstu ferð. Táverandi venjarin hjá felagnum, Claudio Ranieri, var tann sami, ið var venjari hjá Grikkalandi, tá ið Føroyar vunnu móti Grikkalandi í Athen. Venjarin varð koyrdur og gjørdist venjari hjá Leicester City, har hann førdi liðið til meistaraheitið. Hópurin
Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.
Keldur
Ávísingar úteftir
|
Portal di Ensiklopedia Dunia