West Bromwich Albion F.C.![]() West Bromwich Albion Football Club er eitt fótbóltsfelag úr enska býinum West Bromwich. Besta liðið, ið millum manna verður kallað The Baggies, kappast í ovastu ensku fótbóltsdeildini, Premier League. Fótbóltfelagið varð sett á stovn í 1878. Tað er eitt av teimum tólv feløgunum, ið stovnaðu The Football League í 1888. Felagið spælir sínar heimadystir á The Hawthorns í West Bromwich, sum rúmar 26.688 fólkum.[1] Venjarin hjá besta liðinum er Sam Allardyce. Hann tók við í desember mánaði 2020.[2] West Bromwich liggur í ein útnyrðing av enska stórbýnum Birmingham, í einum øki sum kallast West-Midlands, nakað miðskeiðis millum London og Liverpool. LeikararNúverandi hópur
Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.
Slóðir úteftir
Keldur
|
Portal di Ensiklopedia Dunia