UEFA Europa League (á føroyskum eisini nevnd Evropaligan) er ein fótbóltskapping fyri evropeisk feløg, sum er fyriskipað av tí evropeiska fótbóltssambandinum UEFA. Tað er tann næst týdningarmesta kappingin fyri evropeisk feløg, næst eftir Champions League.
Kappingin var kend sum UEFA Cup áðrenn juni 2009,[1][2], samstundis var kappingarbygnaðurin broyttur frá 2009/2010-sesongini. Europa League og UEFA Cup verða sæð sum sama kapping, har navnabroytingin bert er eitt nýskapandi brand.
Kappingin byrjaði í 1971 og kom í staðin fyri Inter-Cities Fairs Cup, sum varð stovnað hin 18. apríl1955. Fyrsta liðið, ið vann kappingina var Tottenham Hotspur. Í 1999 var UEFA Cup Winners' Cup afskaffað og lagt saman við UEFA Cup.[3] Frá 2005/6 var innført eitt bólkaspæl, áðrenn liðini skuldu fara víðari til knock-out-støðið. Við navnabroytingini í 2009 varð Intertoto Cup innlimað í kappingina, og tað førdi tað við sær, at fleiri lið skuldu luttaka í kappingini, samstundis sum bólkaspælið var víðkað og kvalifikasjónskrøvini vóru broytt.
Føroyar hava luttið í Europa League í fleiri ár. Í 2013 luttóku fýra føroysk feløg: EB/Streymur og Víkingur, sum bæði megnaðu at koma víðari eftir 1. rundu, og HB og ÍF, sum ikki komu víðari.