Juventus leikarar 2012-13, tá teir spældu móti Shakthar Donetsk
Juventus er eitt fótbóltsfelag úr Torino, Italia, sum varð stovnað í 1897. Felagið er tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í Italia til allar tíðir, og er eitt av týdningarmestu fótbóltsfeløgum í heiminum. Felagið hevur vunnið italska meistaraheitið 31 ferðir. Teir hava altíð spælt í Seriu A, burtursæð frá 2006-07, tí teir vóru noyddir at flyta eina deild niður orsakað av einari gølu í 2006, um avtalað spæl við dómarar. Sjálvt um teir byrjaðu við fleiri minusstigum, venjarin segði seg úr starvi og fleiri av bestu leikarunum funnu onnur feløg at spæla fyri, so megnaðu teir uttan trupulleikar at flyta uppaftur í bestu deildina. Heimastadion hjá felagnum er Juventus Stadion, sum rúmar 41.000 áskoðarum.
Litir og eykanøvn
Gomul mynd av Juventus leikarum í ljósareyðum blusum og svørtum slipsum og shorts.
Litirnir á búnum eru svart hvítar strípur niðureftir, tað minnir um búnarnir sum føroyska felagið TB nýtir. Teir hava brúkt hesir litirnir síðan 1903, tey fyrstu árini brúkti felagið ljósareyðar blusir og svørt shorts. Juventus hevur eisini eykanøvn: la Vecchia Signora (gamla daman) og la Fidanzata d'Italia (daman hjá Italia), hetta tí at Juventus tey seinnu árini hevur fingið fleiri og fleiri viðhaldsfólk úr Suðuritalia, sum hava arbeitt í Torino, tey eru serliga úr Palermo og Napoli. Onnur eykanøvn, ið vera knýtt at felagnum eru: i bianconeri (teir svørt-hvítu), le zebre (sebrain), hetta orsakað av litunum og strípunum.
Heiður
Meistaraheiti í Italia
Alessandro Del Piero leikti 513 dystir og skoraði 208 mál fyri Juventus frá 1993 til 2012.