TuberklarTuberklar (tuberculosis) er smittandi sjúka elvd av tuberklabakterium: Mycobacterium tuberculosis, Mycobacterium africanum ella Mycobacterium bovis. Bakterian kann loypa á ein og hvønn part í kroppinum, men sum oftast setur sjúkan seg í lunguni. Bakterian, ið elvir til sjúkuna, varð funnin av Roberti Koch í 1882. Eitt fólk við ikki viðgjørdari lungnatuberklasjúku kann smitta, tá ið tað harkar og hostar slím upp. Tað er fyrst og fremst fólk í húskinum, ið verða smittað. Røsk fólk eru ógvuliga mótstøðufør móti smittu, men er ein heilsuliga veikur, er lættari at verða smittaður. Eru 100 fólk í smittuvanda, verða umleið 30 smittað. Men millum hesi 30 fer bert ein til tveir persónar at fáa tuberkulosu innan 1 til 2 ár, og afturat hesum fara 1 til 2 persónar seinni at fáa tuberkulosu. Hetta merkir, at millum 100 persónar, ið vera fyri smittu við tuberkulosu fáa bert 4 sjúkuna. Restin fær ongantíð tuberkulosu.[1] Tuberklar í Føroyum
Í fyrra helmingi av 20. øld vóru tuberklar rættiliga vanligir í Føroyum, tað smittaði serliga illa umborð á føroysku sluppunum, har menninir búðu tætt saman. Tá ið teir komu heim smittaðu teir so konu og børn. Nógv doyðu av sjúkuni. Í nýggjari tíð er sjúkan ikki so deyðilig sum fyrr, nú eru nógv betri viðgerðarmøguleikar. Tað hava tað verið einstakir tilburðir í Føroyum í nýggjari tíð, í 2013 vóru tríggir nýggir tilburðir og nógv fólk vórðu kannað fyri sjúkuni. Tey, sum vóru sjúk, vóru ein mamma og pinkubarn hennara, sum búðu í Streymoy og eitt smábarn í Suðuroy.[2] Keldur
|
Portal di Ensiklopedia Dunia