Trongisvágur
Trongisvágur er ein bygd í Suðuroynni, sum hoyrir til Tvøroyrar Kommunu. Trongisvágur er tó eldri bygd enn Tvøroyri. Tvøroyri varð ikki bygt fyrr enn í 1830'unum, tá Kongaligi Einahandilin læt upp krambúð á Tvøroyri. Trongisvágur liggur rundan um Trongisvágsfjørð, bygdin gongur næstan heilt út til Hvítanes á norðaru síðu av fjørðinum, runt um fjørðin, suður um fjørðin til áleið har sum Drelnes er (har sum Saltsiloin er). Ferjulegan hjá Smyrli eitur Krambatangi og er beint eystanfyri Trongisvág á syðra armi av Trongisvágsfirði. Grannabygdin fyri sunnan er Øravík. Ein ítróttarhøll er í Trongisvági, har er eisini Trongisvágs Skúli, ein kantina og barnaansing hjá Tvøroyar Kommunu. Fleiri ítróttarfeløg venja og spæla dystir í ítróttarhøllini, m.a. flogbóltsfelagið TB[2], borðtennisfelagið TBF[3] og TB hondbóltur og TB innandura fótbóltur. Nevnast kann eisini, at fleiri kendir TBarar eru úr Trongisvági. Kampingpláss er á parkeringsøkinum sunnanfyri ítróttarhøllina, tað er væl vitjað í summarhálvuni.[4] Viðarlundin í TrongisvágiÁ veg til Hvalbiartunnilin koyrir ein framvið Viðarlundini í Trongisvági. Viðarlundin er sera hugnalig. Har rennur ein á gjøgnum viðarlundina, gøtur eru gjørdar inni í viðarlundini og benkur og grillir eru settar upp, so fólk kunnu hugna sær har. Keldur
Ávisingar úteftir
|
Portal di Ensiklopedia Dunia