SF – Socialistisk Folkeparti – er ein danskur vinstrahallur politiskur flokkur, sum Aksel Larsen setti á stovn í 1959, tá hann varð koyrdur úr danska kommunistaflokkinum DKP (Danmarks Kommunistiske Parti). SF hevði stóra afturgongd á Fólkatingsvalinum 2011 og misti 7 limir. Flokkurin hevur søguliga altíð verið í anstøðu, men í 2011 fór hann fyri fyrstu ferð í samgongu í stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt, sum var ein samgonga millum Socialdemokratiet, Radikale Venstre og SF. Hin 30. januar 2014 valdi formaður floksins, Annette Vilhelmsen, tó at taka flokkin úr stjórnini, eftir ósemjur og ónøgd innanhýsis í longri tíð, og at enda var tað ósemja um sølu av 19% av partabrøvum, sum danska stjórnin átti í donsku orkufyritøkuni DONG Energy, til amerikanska íløgubankan Goldman Sachs. Eftir at flokkurin var farin úr stjórnini, fóru fleiri av fólkatingslimunum úr flokkinum, millum onnur fóru Astrid Krag, sum var heilsumálaráðharri, til Socialdemokraterne og Ida Auken, sum var umhvørvismálaráðharri, fór til Radikale Venste. Áðrenn hetta var Jesper Petersen farin úr flokkinum í apríl 2013 og gjørdist limur í Socialdemokraterne. Flokkurin misti sostatt 3 fólkatingslimir til aðrar flokkar í apríl 2013 og januar 2014.
Valúrslit
Prosent-parturin av atkvøðum hjá SF á fólkatingsvalum. Kelda: Fólkatingið
↑Laursen, Finn (2003). Wolfgang Wessels; Andreas Maurer; Jürgen Mittag, eds. Denmark: In pursuit of influence and legitimacy. Fifteen Into One?: The European Union and Its Member States. p. 93.