Signar á Brúnni
Signar á Brúnni (føddur Hansen 10. februar 1945 í Fuglafirði) er fyrrverandi lærari og politikari fyri Tjóðveldisflokkin. Signar á Brúnni fekk læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969, og hevur hann starvast sum lærari á Strondum 1969-73 og í Fuglafirði frá 1973, árini sum landsstýrismaður undantikin. Hann sat sum løgtingsmaur tíðarskeiðini 1970-1980 og 1984-2002, undantikin skeið sum landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður í orku-, umhvørvis- og skúlamálum í 1989, í skúla-, mentanar- og umhvørvismálum í 1989-1991, í umhvørvis-, orku- og kommunumálum 1993-1994 og í undirvísingar- og mentamálum í 1998-2000. Hann hevur sitið í nevndini fyri Landsskúlaráðnum 1979-1989 og 1991-1993, í Mentanargrunninum 1972-1988 og í Kirkjustjórnini í nøkur ár. Signar á Brúnni skifti eftirnavn frá Hansen tíðliga í 1990'-árunum. Keldur
|
Portal di Ensiklopedia Dunia