ShanghaiShanghai er størsti býur í Kina eftir fólkatali.[1][2] og heimsins størsti býur yvirhøvur eftir fólkatali.[3] Býurin er ein av teimum fýra beinleiðis-strýrdu kommununum í Kina, við einum fólkatalið á tilsamans knappar 24 milliónir (2013).[4] Býurin er ein altjóða fíggjarmiðdepil,[5] og ein miðdepil fyri ferðasamband við heimsins virknastu bingjuhavn.[6] Býurin liggur í deltaðini við Yangtze-ánna í Eysturkina og liggur har ið Yangtze-áin rennur út miðskeiðis á kinesisku strondini. Shanghai kommuna hevur mark við landslutirnir Jiangsu og Zhejiang móti norði, suðri og vestri, og er avmarkað móti eystri av tí Eysturkinesiska havinum.[7] Í øldir vaks Shanghai sum ein fyrisitingarligur býur, flutningshavn og handilsbýur og í 19. øld vaks týdningurin av býnum orsakað av evropiskari viðurkenning av tí góðu havnini, staðsetingini og teimum búskaparligu møguleikunum. Býurin var ein av teimum fimm havnunum, ið var latin upp fyri útlendskum handli eftir at Stórabretland vann yvir Kina í tí Fyrra Opiumskrígnum, meðan tann eftirfylgjandi 1842 Nanking-sáttmálin frá 1842 og Whampoa-sáttmálin frá 1844 loyvdi stovnanini av Shanghai International Settlement og French Concession. Býurin blómaði tá sum ein miðdepil fyri handil millum eystur og vestur og gjørdist fíggjarligur miðdepil í asiatiska Stillahavsøkinum í 1930-árunum.[8] Men, tá ið Kommununistaflokkurin tók valdið á meginlandinum í 1949, var handil orienteraður við fokus á sosialistisk lond, og alheimstýdningurin hjá býnum minkaði. Í 1990-árunum, gjørdi tann búskaðarligi reformurin sum Deng Xiaoping innførdi, at býurin mentist aftur og hjálpti við til at útlendskar íløgur aftur vóru gjørdar í býin.[9] Shanghai er eitt vælumtókt ferðavinnumál sum er kent fyri søgulig eyðkenni sum Bund, Chenghuang Miao Savnið og Yuyuan havin og harumframt eisini fyri Lujiazui sum sæst í havsbrúnni. Onnur kend ferðavinnumál í býnum eru Shanghai Savnið og Kina Listasavnið. Keldur
|
Portal di Ensiklopedia Dunia