Schleswig-Holstein
Schleswig-Holstein (týskt: Schleswig-Holstein, íslendskt: Slésvík-Holtsetaland, danskt: Slesvig-Holsten, lágtýskt: Sleswig-Holsteen, frisiskt: Slaswik-Holstiinj) er ein av 16 týskum landslutum í samveldislýðveldinum Týsklandi. Høvuðsstaður er Kiel. Schleswig-Holstein er 15.799,38 km² til støddar og hevði 2.811.000 íbúgvar (30. september 2013). SøgaFrá bronsuøldini til víkingatíðina mentist í Slesvig-Holstein fýra mál- og fólkabólkar norðurgermanskir jydar og danir (í Slesvig ella Sønderjylland), frísarnir (í Norðurfrísalandi), teir vesturgermansku saksarnir (í Holstein) og teir slavisku obotrittearnir (í Eysturholstein ella Wagrien). Millum 768 og 811 var ofta stríð millum tann kristna keisaran Karl hin Stóra (Karlamagnus) og teir heidnu norðurgermanarnir (skandinavarnir). í 811 varð tað avgjørt í einari friðaravtalu, at Ejderen skuldi vera mark ímillum karolingarnir og danir. Seinni misti markið sín praktiska týdning, men var til juridiskt líka til tað Týsk-rómverska ríkið datt sundur í 1806 ella kanska líka til 1864. Frá 1111 øktist sjálvstøðan báðu megin Ejderen, og hertogadømini Slesvig (sum danskt len) og Holstein (sum týskt len) varð stovnað. Samstundis var ta tætt politiskt og búskaparligt samband millum økini. Tíðliga í 13. øld royndi danski kongurin at innlima Holstein í sítt ríki, men tað miseydnaðist orsakað av tapinum í bardaganum við Bornhøved, og orsakað av mótstøðu frá teimum norðurtýsku fúrstunum. Í 1386 vóru Slesvig og Holstein fyrstu ferð sameind við tí heraldiska vápninum. Í 1460 valdu aðalstættin og borgarskapurin, eftir at schauenburgarnir doyðu út á mannfólkasíðuni, kongin Kristian 1. av tí týska fúrstahúsinum Oldenburg til hertoga av Slesvig og Holstein. Personaluniónin við Danmark vardi til 1864, tá hertogadømini vóru vunnin av Preussen og Eysturríki og í 1866 innlimað í Preussen. Landafrøði
PolitikkurForsætisráðharrar (Ministerpräsident) í Schleswig-Holstein
FólkiðMentanBúskapurBýir
Myndasavn
Sí eisiniÁvísingar úteftir
KeldurStakríki í Týsklandi
|
Baden-Württemberg
|
Bayern
|
Berlin
|
Brandenburg
|
Bremen
|
Portal di Ensiklopedia Dunia