Saltangará
Saltangará er ein býur í Runavíkar kommunu á eystara armi á Skálafjørðinum. Saltangará, eisini nevndar Heiðarnar, er bygd í 1846. Í býnum er nógv virksemi. Handils- og vinnulívið blómar. Umleið 60 handlar finnast í kommununi, har flest allir liggja í Saltangará. Handilsmiðdepilin í Runavíkar kommunu skipar saman við Visit Runavík, fyri ymiskum tiltøkum og lýsingarátøkum árið runt. Stórur partur av vinnulívinum í Eysturoynni er í Runavíkar kommunu og fleiri av hesum virkjum liggja í Saltangará. Við bátahylin í Saltangará liggur Gamli Handil, sum í dag verður brúktur í sambandi við listaframsýningar og onnur mentanartiltøk. Á sama øki stendur eisini eitt gamalt neyst, og í bátahylinum lá fyrr sluppin Høganes, sum varð brúkt til konsertir og tiltøk av ymiskum slagi. Í Saltangará er hvørt ár fleiri tiltøk, eitt nú býarskái, jólasøla, laksatorg, open by night, mentanarvika, eystanstevna, o.a. Til hesi tiltøk koma ofta nógv fólk, og er býurin sum oftast fullur av fólki tá hesi tiltøk eru. Saltangará er ikki gomul bygd; til í 1960unum vóru einans einstøk hús spjadd í økinum, ið varð kallað í Heiðunum. Við øktu miðsavningini í seinnu helvt av 20. øld gjørdist Saltangará ein stórbygd, ið varð bygd áføst við Glyvrar innanfyri og Runavík uttanfyri. Saltangará er í dag handilsligi miðdepilin í Runavíkar kommunu. Umframt nógvar vinnufyritøkur hava Posta, Almannastovan, Akstovan, Politii og aðrir almennir stovnar deild í Saltangará. Eisini húsast Tunnilsfelagið og Dátuverndareftirlitið í Saltangará. Brøðrasamkoman hevur samkomuhúsið Berøa í Saltangará. Kend fólk úr SaltangaráKristina Bærendsen, f. 1990, songkvinna Tórbjørn Jacobsen, f. 1995, politikari Regin Jacobsen, f. 1966, vinnulívsmaður Rodmundur Nielsen, f. 1966, vinnulívsmaður og politikari Árni Frederiksberg, f. 1992, fótbóltsleikari Terje Beinar Vestergaard, f. 1973, politikari og sangari Djóni Nolsøe Joensen, f. 1972, politikari Kári P. Højgaard, f. 1951, politikari Uni leitisstein Hansen, f. 1973, útvarpsvertur Beinir Troest, f. 2000, sangari Keldur
|
Portal di Ensiklopedia Dunia