SýraEin sýra er eitt mýl ella ein jon, sum kann avgeva eina hydron (H+). Innan fyri sýru/lút-evnafrøði samsvara bæði protonir og hydrogenjonir við H+. Ein sýra hevur eitt pH virði sum er minni enn 7.
Korresponderandi sýru/lútuparUm ein tilvildarlig sýra, S, verður blanda saman við vatn, vil fylgjandi líkavekt innstilla seg: Sýran S og lúturin B kallast korresponderandi sýru/lútupar. Um vit seta líkavekstlógina upp fyri reaktiónina, fáa vit: Konstanturin KS kallast styrkiskonstanturin fyri sýruna. Tá KS hevur eitt høgt virði, hevur teljarin á brøkinum eisini eitt høgt virði, sum merkir at sýran fegin vil afgeva sína proton. Tá KS hevur eitt lágt virði, hevur nevnarin á brøkinum eitt høgt virði, sum merkir at sýran ikki vil afgeva sína proton. Sterkar sýrur hava tískil høgt KS-virði, og veikar sýrur hava lágt KS-virði. Umframt styrkiskonstanin hjá sýrum, verður eisini tosa um ein styrkiseksponent. Styrkiseksponenturin hjá sýrum, pKS, verður defineraður sum minus logaritmuna til styrkiskonstantin hjá sýruni. pKS = -logKS Ein sterk sýra hevur eitt lágt pKS-virði, og ein veik sýra hevur eitt høgt pKS-virði. Styrkiskonstanurin og styrkisekponenturin fyri lútum definera vit KB og pKB. Sí eisini |
Portal di Ensiklopedia Dunia