Nauru
Nauru er oyggjaland í Kyrrahavi. Tjóðveldið Nauru er eitt av heimsins minstu londum, bara størri enn Monako og Vatikanríkið. Við sínum einans 21 km2 er landið á stødd við Nólsoynna og Fugloynna tilsamans. Landið liggur í syðra Kyrrahavinum. Høvuðsstaðurin eitur Yaren og landið hevur umleið 14.300 íbúgvar. Gjaldoyra, ið verður nýtt, er avstralski dollarin. Nauru liggur norðan fyri Sálomonsoyggjarnar, vestan fyri Kiribati, og suður úr Marshalloyggjum og Mikronesiasamveldinum. Landslutir
Avstralásia : Avstralia · Norfolksoyggj · Jólaoyggj · Kokosoyggjar
|
Portal di Ensiklopedia Dunia