Hann hevur verið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu frá 2013 til 2020. Hann var býráðslimur og varaborgarstjóri í Klaksvíkar Býráð 2008-2012. Á løgtingsvalinum 2011 fekk hann við 245 atkvøðum næstflestar atkvøður á lista D fyri Sjálvstýrisflokkin. Tá flokkurin kom í samgongu, og valdi tingmaðurin, Kári P. Højgaard gjørdist innlendismálaráðharri, tók Jógvan sæti á Føroya Løgtingi. Okkurt tíðarskeið tók hann farloyvi úr Løgtinginum, og Kristianna Winther Poulsen tók sæti. Tá Kári P. Højgaard varð uppsagdur sum landsstýrismaður og tók sæti aftur á tingi, fór Jógvan Skorheim úr Løgtinginum aftur. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann valdur í Løgtingið sum tann fyrstvaldið hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hann luttók í samgongusamráðingunum millum fýra flokkar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkin, men hann og flokkur hansara valdu at taka seg úr samráðingunum og at vera í andstøðu. Klaksvíkar býráð samtykti, at tey ikki vildu geva Jógvan Skorheim loyvi til at røkja bæði borgarstjórasessin og løgtingsessin í senn, Jógvan boðaði sama kvøld frá, at so valdi hann borgarstjórastarvið framum og segði løgtingsessin frá sær, so leingi hann var borgarstjóri.[1]
Løgtingsnevndir
Nevndarsessir í Klaksvíkar Býráð
- 2008-2012 Formaður í Mentanarnevndini
- 2008-2012 Limur í Fíggjarnevndini
- 2008-2012 Limur í Teknisku Nevnd[3]
Keldur
- ↑ "in.fo - Jógvan Skorheim sigur løgtinsstarvið frá sær". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-06. https://web.archive.org/web/20160306091440/http://www.in.fo/news-detail/news/jogvan-skorheim-sigur-loegtingstarvid-fra-saer/?L=0oral.fo&cHash=eb829ad8e79bb83cf0ccb34286e0aa2c. Heintað 2015-09-14.
- ↑ "Aktuelt.fo, Nevndarsessirnir í Løgtinginum býttir". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-11-17. https://web.archive.org/web/20111117025454/http://aktuelt.fo/grein/nevndarsessirnir_i_logtinginum_byttir. Heintað 2012-03-07.
- ↑ "Klaksvik.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-25. https://web.archive.org/web/20160325023138/http://www.klaksvik.fo/index.asp?pID=%7B612A97B5-09A0-4CEC-A48D-E659D57CD2CB%7D. Heintað 2012-03-07.
Ávísing úteftir
|
---|
Fólkaflokkurin | | |
---|
Sambandsflokkurin | |
---|
Javnaðarflokkurin | |
---|
Nýtt Sjálvstýri | |
---|
Tjóðveldi | |
---|
Framsókn | |
---|
Miðflokkurin | |
---|
Leysgangarar | |
---|
1 Annika Olsen fór úr Fólkaflókkinum og bleiv limur í Framsókn hin 17. sept. 2015. Hin 20. sept. 2015 fór hon úr Framsókn og bleiv leysgangari, fór í farloyvi til 30. okt. 2015, Joen Magnus Rasmussen avloysti. Gjørdist aftur limur av Fólkaflokkinum frá 4. feb. 2016. Sonja Jógvansdóttir fór úr Javnaðarflokkinum hin 15. sept. 2015 og bleiv leysgangari. Jógvan Skorheim fekk ikki loyvi frá Klaksvíkar býráð, har hann er borgarstóri, at taka sæti á tingi, tí søkti hann um farloyvi úr Løgtinginum. Magni Arge er eisini fólkatingslimur og søkti tí um farloyvi úr Løgtinginum frá 21. sept. 2015. Sjúrður Skaale var næstur á listanum at avloysa Rigmor Dam, ið gjørdist mentamálaráðharri, men hann søkti um farloyvi frá 17. sept. 2015, tí hann er fólkatingslimur. |