Isaac Newton

Isaac Newton, 1689.

Isaac Newton (25. desember 1642 - 20. mars 1727 eftir tí julianska kalendaranum, ið enn varð brúktur i Onglandi), enskur støddfrøðingur, alisfrøðingur og stjørnufrøðingur. Læran um kreftir er tann parturin í alisfrøðini, sum snýr seg um kreftir, hvussu tær virka á lutir, og hvussu lutir virka hvør á annan. Isaac Newton grundaði nógv yvir sambandið ímillum rørslu og kraft, og í 1687 setti hann upp tríggjar lógir, sum bera hansara navn:

  1. lóg Newtons: Virkar eingin úrslitskraft á ein lut, liggur luturin annaðhvørt stillur ella ger eina javna rørslu, t.e. fer eftir beinari linju við javnari ferð.
  2. lóg Newtons: Úrslitskraftin Fres, sum virkar á ein lut við akseleratión a og nøgd m, er faldið av nøgd og akseleratión, t.e. Fres = m a.
  3. lóg Newtons: Virkar ein lutur á annan lut við ávísari kraft, virkar seinni luturin aftur á fyrra lutin við javnstórari kraft, sum gongur beint ímóti fyrru kraftini.

Keldur

Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

 

Prefix: a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9

Portal di Ensiklopedia Dunia