Indo-europeisku málini fata um áleið 443 (SIL-meting) mál og málføri talað av umleið trimum milliardum fólkum, herundir flestu stóru málini í Evropa og vestara Ásia, sum hoyra til eina einkulta yvirfamilju. Nútíðarmál í hesi yvirfamiljuni fata um bengali, enskt, franskt, týskt, hindi, persiskt, portugisiskt, russiskt og spanskt (hvørt móðurmál hjá meiri enn einari milliónum fólkum), eins væl og mong onnur tjóðar- og minnilutamál.
Flokking
Ymsu undirflokkarnir í indo-evropeisku málfamiljuni fata um (í søguligari raðfylgju eftir fyrstu staðfesting):
Balto-slavisk mál, hildin av mongum, ið trúgva indo-evropeisku ástøðini, at koma frá einum felags frummáli seinri enn frum-indo-evropeiskt, meðan onnur eru ivingarsom og halda, at baltisk og slavisk mál ikki eru nærri skyld enn aðrar greinir av indo-evropeiskum málum.
Baltisk mál — staðfest í 14. øld, og, fyri mál staðfest so seint, hava tey varðveitt óvanliga nógv forn eyðkenni mett at hoyra til frum-indo-evropeiskt.
Albanskt mál — staðfest í 16. øld; skyldskapur við illyrskt, dakskt ella trakskt er skotin upp.
Afturat hesum tíggju klassisku greinumum, ið standa omanfyri, eru fleiri útdeyð mál, ið lítil vitan er um:
Illyrsk mál — helst skylt við messapskt; skyldskapur við albanskt er eisini skotin upp.
Dakskt mál — møguliga tætt uppá trakskt og albanskt.
Fornmakedonskt mál — helst skylt við grikskt, onnur skjóta skyldskap við ilyrskt, trakskt ella frygiskt.
Ligurskt mál — møguliga ikki indo-evropeiskt; møguliga tætt uppá ella partur av keltiskum.
Ivaleyst vóru onnur indo-evropeisk mál, sum nú eru horvin uttan spor. Tey lutvísu málini etruskiskt og rætiskt kunnu ikki flokkast við nakrari vissu, uttan at tey helst eru indo-evropeisk.
Fleiri undirfamiljur eru skotnar upp, her ímillum italo-keltisk og græko-ariskt. Hvørgin av hesum verða vanliga góðkendar. indo-hittitiskt sipar til hugsanina, at týðandi munur er millum anatolsk og og hinar flokkarnar.
Møguleikin fyri einum felags uppruna fyri summi av hesum málunum varð fyrst skotin upp av Marcusi Zueriusi van Boxhorn í 1647. Tó gjørdust uppskot hansara ikki viðgitin og tí ikki kannað. Hugsanin varð aftur skotin upp av Sir Williami Jones, sum legði merki til líkskapir millum fýra av teimum eldstu málinum kend í hansara tíð, latíni, grikskum, sanskrit og persiskum. Skipaður samanburður millum hesi og onnur gomul mál varð framdur av Franzi Bopp, og stuðlaði hesum ástøði, Samanberandi mállæranFranzar Bopps, ið kom fram millum 1833 og 1852 er mett at vera byrjanin til indo-evropeiska gransking sum hægri lærugrein.
Endurskapta felags upprunamálið verður nevnt frum-indo-evropeiskt (enskt: Proto-Indo-European, stytt: PIE). Ósemja er um upprunaligu landafrøðiligu staðfestingina, sonevnda Urheimat ella Fornheimlandið, haðan málið kom. Tveir høvuðskandidatar eru í hesum døgum:
Fortalarar fyri kurgisku hugsanini hava lyndi til at dagfesta frummálið til umleið 4000 f.Kr.. Fortalarar fyri anatolska upprunanum vanliga dagfesta tað fleiri túsundár fyrr. Teir seinnu seta útbreiðsluna av indo-evropeiskum málum í samband við útbreiðsluna av landbúnaði í yngru steinøld.
3500–3000: Miðal-frum-indo-evropeiskt. Jamnamentanin er í hæddini og umboðar klassiska endurskapta frum-indo-evropeiska samfelagið við ukrainskum gudamyndum úr steini, gomlum tvihjólaðum stríðsvognum. Vanliga fingust tey við djórabúfrøði, men eisini við fastar bústaðir og heyggjaskansar. Liva av landbúnaði og fiskiskapi fram við áir. Samband millum Jamnamentanina og evropeiskar mentanir í yngru steinøld geva úrslit í kurgangjørdum kúluamforu- og baden-mentanum. Maykop-mentanin sýnir fyrsta prógvið uppá byrjanina av bronsuøld. Bronsuvápn og aðrir lutir úr bronsu koma inn í jamnaøki.
3000–2500: Seint frum-indo-evropeiskt. Jamna-mentanin fevnir um alt pontiska graslendið. Stríðøksa-mentanin fevnir um økið frá Rínánni til Volgu. Hetta er seinasta stigið av indo-evropeiskum heilleika. Hitt stóra kurgangjørda økið fellir sundur í ymisk sjálvstøðug mál og mentanir. Enn er leyst samband soleiðis, at tøkni og lán fara millum bólkarnar, uttan anatolsku og tokarsku greinirnar, sum longu eru avbyrgdar.
Colin Renfrew skeyt í 1987 upp, at útbreiðslan av indo-eropeiskum hevði samband við kollveltingina í yngru steinøld, at málini friðarliga breiddu seg úr Lítla Ásia frá umleið 7000 f.Kr. við menningini av landbúnaði (menningarbylgja). Samsvarandi hevði alt Evropa í yngru steinøld talað indo-evropeiskt. Kurgisku fólkaflytingarnar hevði í mesta lagi sett indo-evropeisk málføri í staðin fyri onnur indo-evropeisk málføri.
Summi hava víst til svartahavs-syndaflóðar-ástøðið, ið dagfestir upprunan til umleið 5600 f.Kr., sum beinleiðis orsøk til indo-evropeiska útbreiðslu. Henda hendingin fór fram í yngru steinaldartíðum, og er eitt sindur ov tíðliga til at samsvara við kurgiska fornfrøði. Tó kann ímyndast, at ein hending í fjaru fortíð Sredny Stog-mentanarinnar og fólksins, ið livdu í lendinum, ið nú er undir Asovsjónum, sum møguligar undan-frum-indo-evropearum.
Onnur ástøði eru til, sum ofta hava tjóðskaparligan dám. Onkuntíð eru tær á markinum til tjóðskaparligt dulspeki, ofta staðseta fortalararnir menningina í sínum egna landi.
Serliga Yngru steinaldar-framhaldar-ástøðið, sum er skotin upp av italskum ástøðingum, ið gongur út uppá, at indo-evropeiskt kemur frá evropeiskum mentanum í yngru steinøld.
Summir indiskir ástøðingar lata vediskt sanskrit koma frá indusdalar-mentanini, uppáhaldandi, at vedisk sanskrit í grundini er samlík frum-indo-evropeiskum, og at øll onnur málføri í síðsta enda mugu føra aftur til gomlu indusdalar-mentanina í umleið 3000 f.Kr.. Hetta ástøði er ikki alment góðtikin av lærdum.
Tilvísingar
Calvert Watkins (2000). The American Heritage Dictionary of Indo-European Roots. Houghton Mifflin. ISBN 0-618-08250-6.
August Schleicher, A Compendium of the Comparative Grammar of the Indo-European Languages (1861/62).
Leszek Bednarczuk (red.), Języki indoeuropejskie. PWN. Warszawa. 1986 (in Polish).