Harry S. Truman
Harry S. Truman (føddur 8. mai 1884, deyður 26. desember 1972) var amerikanskur bóndi, vinnulívsmaður, politikari og statsleiðari. Truman var limur í Demokratiska flokkinum og gjørdist amerikanski varaforsetin í januar 1945. Táverandi forsetin Franklin D. Roosevelt var álvarsliga sjúkur um hetta mundið. Hann doyði bara 3 mánaðir seinni. 12. apríl 1945 varð Harry S. Truman svorin í eið sum 33. forsetin í USA. Hin 12. mars 1947 helt Harry S. Truman røðu í kongressini í USA. Vanliga verður sagt, at Kalda kríggið byrjar við hesi røðu. Henda røða saman við Marshallætlanini um búskaparligu endurreisnina av Evropa gjørdist m.a. grundarlagið undir hernaðarsamgonguni NATO, ið varð stovnað í 1949. Truman virkaði sum forseti frá 1945 til 1953.[1] Eftirmaður varð Dwight D. Eisenhower. Myndir
Ávísingar úteftir
Keldur
|
Portal di Ensiklopedia Dunia