Grenada
Grenada (enskt; Grenada) er oyggjaríki í Karibia. St. George’s er bæði høvuðsstaður og størsti býur. Aðrir stórir býir er Grenville og Gouyave. Miðallívsævin í landinum er 65.6 ár. Høvuðsmálið er enskt. LandafrøðiOyggjaríkið Grenada fevnir um syðra partin av Grenadisku oyggjunum (enskt: Grenadines) í Karibiska Havinum. Oyggjaríkið St. Vincent og Grenadisku oyggjarnar eigur oyggjarnar í norðara parti. Oyggjaríkið Grenada er kallað eftir størstu oynni, sum liggur sunnanfyri. Hinar smærru oyggjar eru norðanfyri. Gosfjallið Mount Saint Catherine, við 840 metrum til hæddar, liggur í norðara parti á høvuðsoynni og tað er eisini hægsta fjallið í ríkinum. SøgaFrá 1762 til 1974 var Grenada bretskt hjáland, men landið gjørdist sjálvstøðugt land í 1974. Í 1979 tók Maurice Bishop forseti valdið og eitt fleirtjóðaherlið við USA á odda gjørdi innrás. FólkiðFólkið er ættað úr Afrika, Evropa og Asia, og burtur úr tí er sprottin egin og lívligan mentan, sum leggur stóran dent á tónleik og dans. 4 % av fólkinum eru ikki lesifør. BúskapurTýðandi vinnuvegir eru bananir, kakao og ferðavinna. Bara Indonesia dyrkar meira av muskatnøt enn Grenada, sum dyrkar um fjórðingin av allari muskatnøt, nýtt verður í heiminum. Muskatnøt verður nýtt sum krydd í heitum rættum og bakstri. Muskattræið er komið úr Indonesia, og tað vóru niðurlendingar, ið tóku tað við sær til Grenada í 19. øld. Træið trívst væl í fruktagóðu gosøskujørðini, og har er eisini lýtt og nógv avfall. Oljan úr muskatnøtini verður nýtt til luktilsi og sápu. Malin muskatnøt verður nýtt til matgerð. Bananir, sum vaksa væl í nógvum hita og nógvum regni, eru týdningarmikil útflutningsvøra. Men javnan er vandi fyri, at banangrøðin misferst, tá ið ódnir herja. Ingifer, kanel, pipar og kryddnelikur vaksa eisini í oynni. Ingiferrótin verður nýtt fesk ella turkað og ofta malin. Rótin verður nýtt til krydd. Ferðavinna hevur eisini stóran týdning í Grenada. Uttanlandshandil
Sí eisini |
Portal di Ensiklopedia Dunia