Tíðliga í fótbóltsyrkisleiðini fekk hann kelinavnið Der Kaiser ("Keisarin") vegna hansara vakra stíl, yvirræði og leiðaraevni á vøllinum, og eisini av tí at fornavn hansara "Franz" minnir um eysturríkskir keisarar. Hann verður av mongum mettur at vera ein av teimum bestu fótbóltsleikarunum í søguni.[2][3] Ein fjøltáttaður leikari, ið byrjaði sum miðvallaleikari, men bleiv seinni kendur sum ein góður miðverjuleikari. Hann verður ofta sagdur at vera tann ið uppfann leiklutin hjá nútíðar sviparanum ella libero.[4]
Franz Beckenbauer í 1974.
Tvær ferðir varð hann útnevndur Ársins evropeiski fótbóltsleikari. Hann spældi 93 landsdystir fyri Vesturtýskland og spældi í trimum heimsmeistaraskapum. Hann er annar av tveimum monnum, saman við brasilska Mário Zagallo, ið hevur vunnið heimsmeistaraskapin bæði sum leikari og venjari; hann lyfti HM-steypin sum liðskipari í 1974, og endurtók avreksverkið sum venjari í 1990. Hann var tann fyrsti liðskiparin, ið vann bæði HM og EM í fótbólti á altjóða støði og European Cup fyri feløg. Hann varð nevndur í Heimsliðið úr 20. øld (World Team of the 20th Century) í 1998, Dreymaliðið (FIFA World Cup Dream Team) í 2002, og í 2004 kom hann á FIFA 100 listan yvir heimsins bestu fótbóltsleikarar á lívi.[5]
Altjóða mál
Mál og úrslit talva. Málini hjá Týsklandi vísast fyrst: