David Beckham
David Robert Joseph Beckham (føddur 2. mai 1975 í London) er enskur fótbóltsleikari, sum hevur spælt yvir 115 landsdystir fyri Ongland, sum er met, eisini hevur hann spælt fyri Manchester United, Preston North End, Real Madrid, Milan, Los Angeles Galaxy og Franska Ligue 1 felagið Paris Saint-Germain. Sum fótbóltsleikari er Beckham eitt nú kendur fyri at skjóta sera góð fríspørk. Hann er fyrsti enski fótbóltsleikarin, sum hevur vunnið meistaraheitið í fýra ymiskum londum. Í 2013 boðaði hann frá, at hann gavst at spæla professionellan fótbólt. Hann spældi 265 dystir fyri Manchester United og skoraði 65 mál fyri felagið. Hann er giftur við einari av fyrrverandi Spice Girls sangarunum, Victoriu Beckham, Posh Spice. Saman eiga tey fýra børn. Í 2009 var mett at tey í felag áttu 125 milliónir bretsk pund. Beckham er ein av teimum 125, sum Pelé valdi út til FIFA 100 listan yvir 100 teir bestu fótbóltsleikarar í heiminum (á lívi), tá FIFA fylti 100 ár í 2004. Keldur
Slóðir |
Portal di Ensiklopedia Dunia