Afroamerikanarar![]() ![]() Afroamerikanarar eru ættaðir frá afrikonsku trælunum, sum við valdi vórðu fluttir til USA frá 1619 til 1808 at arbeiða í lundunum. Trælahaldið varð ikki avtikið fyrr enn í 1865. Afroamerikanarar, sum tey svørtu verða nevnd, fáa størri og størri ávirkan í amerikanska samfelagnum. Miðskeiðis í 19. øld veltu suðurríkini 80 % av allari bummull í heiminum. Bummullin varð dyrkað í ovurstórum lundum, og tað vóru trælir úr Afrika, sum hentaðu hana við hond. Bummull er enn týdningarmikil grøði, men nú gera maskinur alt tað tunga arbeiðið í USA. Flestu teirra búgva í Mississippi, Louisiana og Georgia. Umleið ein triðingur (37.1 % í 2008[2]) av fólkinum í Mississippi eru eftirkomarar av svørtum trælum. Næstan allir afroamerikanar eru kristnir (nevniliga 95 %). Meginparturin eru baptistar.[3] Lesarir av amerikanska blaðnum Essence hava kosið Queen Latifah, Will Smith og Tyler Perry at vera teir afroamerikanarar, sum hava mest ávirkan. Will Smith hevur á listanum heitið sum biografkempa, sum vísir á, at hann hevur havt stóra eydnu við filmum sínum í ár. Hann varð tann fyrsti, sum kundi vísa fram sjey filmar á rað, ið hava givið yvir 100 milliónir dollarar. Frá tónleikarheiminum kárar blaðið hiphopstjørnuna Kanye West, will.i.am og Wyclef Jean. Maðurin á fyrsta plássinum stavar tó hvørki frá film- ella tónleikarheiminum. Hann er nevniliga – og tað er kanska ikki at verða bilsin um – forsetin í USA, Barack Obama.[4] Jazz-, hip hop-, gospel- (t.d. Negro Spirituals), og bluestónleikur eru sprottnir úr arbeiðarasangum og andaligum sangum hjá afroamerikanska fólkinum í USA.[5]
Hygg eisini atKeldur
|
Portal di Ensiklopedia Dunia