Ð
![]() Ð (stóra Ð, lítla ð) er 5. bókstavur í tí føroyska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í íslendska stavraðnum og hevur fyrr verið brúkt í fornum og miðenskum. Á føroyskum verður hesin bókstavur nevndur edd. Eitt føroyskt orð kann ikki byrja við ð, men ð kann standa mitt í einum orði ella í endanum av einum orði. Á føroyskum verður ð ikki úttalað í orðum longur, tað er annaðhvørt fallið burtur (sí dømi niðanfyri) ella verður úttalað sum j (t.d. miðan) ella v (t.d. maður). V.U. Hammershaimb valdi at taka ð við í mállæru sína, meðan Jakobsen, doktari, ikki tók tað við í sínum uppskoti til stavrað og mállæru. Av tí at ð ofta er stumt á føroyskum, eru tað mong ið hava trupult við at skriva tað rætt, tí ein skal kenna reglurnar væl. T.d. skal eitt navnorð, sum stendur í hvørjumfalli, ongantíð enda við ð. Og ofta er ð einasti munur millum bundið og óbundið hvørkikynsorð í hvør- og hvønnfalli eintal. Í døminum "stykki" niðanfyri eru teir formarnir, sum trupult kann vera at skilja ímillum, skrivaðir við reyðum.
|
Portal di Ensiklopedia Dunia